introbild

Vælkomin til Tempus Open!

Tempus Open er ein heimasíða við sambandi til Tempus, úrslita dátugrunnin fyri svimjiítrótt.

Tempus Open kann eisni nýtast á fartelefonum og teldlum.

Vinarliga set teg í samband við ssf@ssf.fo, um tú hevur spurningar ella viðmerkingar.

Tíðindi

Tempus.fo í luftina

2021-08-26

Ja, so er nýggja stevnuskipanin hjá føroysku svimjingini sett upp og klár at nýta, sum vit fara at brúka til at lýsa við svimjistevnum, savna inn tilmeldingar og úrslit, og til at draga samanum við hagtølum og styrkislistum.

Skipanin er í trimum pørtum:

  • open.tempus.fo, sum er hendan almenna vísingin av skipanini
  • data.tempus.fo, sum er til skráseting av stevnum og tilmelding til hesar
  • stat.tempus.fo, sum hagtalsgrunnurin til vísing og greining av hesum ymiska

Hon byggir víðari á tað sum vit longu hava við stevnuforritinum WinGrodan, sum eisini framyvir fer at verða nýtt til uppseting og avgreiðslu av stevnum; har luttakandi feløg so fara inn í Tempus at melda til, við møguleika at sláa upp gomul úrslit.

Eftir ætlan skal HS Open hin 11. og 12. september verða fyrsta roynd av skipanini. Vit gleða okkum til at tað nú vónandi verður lættari hjá bæði fyriskiparum og luttakarum á føroyskum svimjistevnum.

Við svimjikvøðu

Ólavur og Rókur



Seinastu stevnur

FM - JM á Stuttgeil 2021
Svimjihøllin í Gundadali, 12 Nov

HS-stevna í Gundadali fyri bólkarnar 1-4
Tórshavn, 25 Sep

HS Open 11 - 12 sept. 2021
Tórshavn, 11 Sep

JM - FM á Langgeil
Páls Høll, 09 Jul

Atlantic Open 2021
Páls Høll, 11 Jun

Besta úrslit seinasta árið

Signhild Joensen
50m Ryggsvimjing , 717
Elisabeth Erlendsdóttir
100m Ryggsvimjing , 698
Vár E. Eidesgaard
800m Frísvimjing , 695
Róland Toftum
100m Bringusvimjing , 680
Johan Nónskarð Dam
1500m Frísvimjing , 659

Fylg Svimjisambandinum á Facebook

Facebook

Stuðul