introbild

Vælkomin til Tempus Open!

Tempus Open er ein heimasíða við sambandi til Tempus, úrslita dátugrunnin fyri svimjiítrótt.

Tempus Open kann eisni nýtast á fartelefonum og teldlum.

Vinarliga set teg í samband við ssf@ssf.fo, um tú hevur spurningar ella viðmerkingar.

Tíðindi

Tempus.fo í luftina

2021-08-26

Ja, so er nýggja stevnuskipanin hjá føroysku svimjingini sett upp og klár at nýta, sum vit fara at brúka til at lýsa við svimjistevnum, savna inn tilmeldingar og úrslit, og til at draga samanum við hagtølum og styrkislistum.

Skipanin er í trimum pørtum:

  • open.tempus.fo, sum er hendan almenna vísingin av skipanini
  • data.tempus.fo, sum er til skráseting av stevnum og tilmelding til hesar
  • stat.tempus.fo, sum hagtalsgrunnurin til vísing og greining av hesum ymiska

Hon byggir víðari á tað sum vit longu hava við stevnuforritinum WinGrodan, sum eisini framyvir fer at verða nýtt til uppseting og avgreiðslu av stevnum; har luttakandi feløg so fara inn í Tempus at melda til, við møguleika at sláa upp gomul úrslit.

Eftir ætlan skal HS Open hin 11. og 12. september verða fyrsta roynd av skipanini. Vit gleða okkum til at tað nú vónandi verður lættari hjá bæði fyriskiparum og luttakarum á føroyskum svimjistevnum.

Við svimjikvøðu

Ólavur og Rókur



Seinastu stevnur

European Under 23 Championships
Dublin, 11 Aug

20th World Championships
Fukuoka - Japan, 23 Jul

NatWest International Island Games Guernsey
St Peter Port, Guernsey, 10 Jul

Nordic Age Group Championships 2023
Jönköping, 08 Jul

47. MM Telekom Slovenije
Radovljica, 08 Jul

Besta úrslit seinasta árið

Oddvaldur Leivsson
200m Frísvimjing , 523
Rebekka Róðinsdóttir
50m Bringusvimjing , 507

Fylg Svimjisambandinum á Facebook

Facebook

Stuðul